RJ- studio á Tvøroyri

Rene Jespersen er guitarsnillingur av teim frægu og er kendur av mongum. Eisini norðanfyri suðuroyðarfjørð, tí síðstu tíðina hevur hann leikt við havnarbólkinum Driv, har fleiri suðringar teljast millum limirnar.

Rene hevur nú útvegað sær tónleikaútgerð og hevur innrættað eitt studio á Tvøroyri

Dagfinn Olsen


Úr einum kjallaravindeyga í einum húsum, ið liggja niðanfyri Sjúkrahúsið, hoyrast fagrir tónar. Har er nevniliga eitt upptøkuhøli komið og tað er Rene Jespersen, ið hevur tikið stig til hetta.

Rene Jespersen av Tvøroyri er kendur guitarsnillingur. Hann hevur leikt við mongum suðuroyarbólki. Fyri brátt mongum árum síðani luttók hann á plátuni hjá Fróða og Deiggj. Síðani hevur hann havt bólkin Traffic, umframt at hann hevur leikt við øðrum bólkum, m.ø. Hans Jacob og Vinmonnum.

Norðanfjørðs kenna dansiglað fólk eisini Rene. Síðstu tíðina hevur hann eisini leikt við Driv, sum hevur heimstað í Havn, men millum limirnar í Driv teljast fleiri suðringar.

Rene hevur innrættað kjallaran soleiðis, at frálík upptøkuhøli eru komin burturúr. Enn er tó bert sjálvt miksararúmið og sangrúmið liðugt, men Rene hevur ætlanir um fleiri rúm, eittnú til trummur.

Einki annað studio er í oynni, so Rene helt tørv vera á einum slíkum. Torført hevur ofta verið hjá bólkum úr Suðuroynni at fáa tónleik festan á band, tí farvegurin hevur verið so langur. Vóru ætlanir um upptøkur, so mátti farast um fjørð og fleiri dagar setast av, tí túrarnir millum Suðuroynna og Havnina eru ikki so títtir.

Men nú er so møguleiki hjá áhugaðum at leita sær til Tvøroyarar í RJ-Studio, har væl liggur fyri at fáa okkurt skilagott burturúr.