Árliga jólasølan á Verkstaðnum Vón byrjar í dag

Aftur í ár verður jólasøla á Verkstaðnum Vón, Hóvabrekka 1, á Argjum. Talan er um spennandi jólasølu, sum í ár er løgd til rættis sambært almennu tilmælunum, og tí hevur caféin ikki opið.

Opið verður  mánadag til fríggjadag  frá kl. 13.00 – 18.00 í hesu vikuni.

Á jólasøluni verða lutirnir, sum eru framleiddir seinasta árið, sýndir fram og seldir. Peningurin, sum kemur inn fer til at keypa tilfar til framleiðsluna komandi ár, og til ymiskt annað, sum kemur virkseminum á verkstaðnum til góðar.

Á  jólasøluni fáast alskins jóla- og gávulutir og tú hevur møguleika at keypa nakrar øðrvísi jólagávur. Lutirnir eru m.a. evnaðir úr træi, glasi, pappíri og ull. Til ber at síggja myndir av nøkrum av tí vit selja á vangamyndunum hjá Verkstaðnum Vón á Facebook.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##