Føroyska fótbóltskappingin er væl og virðiliga komin í gongd, men sum vanligt er, fær Fótbóltssambandið fráboðanir um úrmeldingar úr kappingini. Fyri einari viku síðani visti FSF at siga frá hesum úrmeldingunum:
Smádreingir B36b (12.03.), Unglingar VB (31.03.), 1. deild kvinnur EB (08.04.), Smágentur B36c, Dreingir AB (05.05.), Unglingar AB (05.05.), Smádreingir hálvan vøll B68 (07.05.), og Gentudeildin LÍF (10.05.).
Hinvegin hevur FSF eisini fingið nýggjar tilmeldingar, og eru tær hesar:
4. deild menn Streymur (23.03.), Smádreingir hálvan vøll HBc (26.03.), Smápiltar Miðøki 3 B36g (26.04.), Smápiltar Miðøki 4 B36h (26.04.), og Smápiltar Eysturøki 3 EBc (05.05.).