Robben fluktaði Manchester United út

Manchester United var á odda heili 3-0 eina løtu í fyrra hálvleiki, men við tveimum málum, eydnaðist tað Bayern München at spæla seg víðari til hálvfinaluna. Darren Gibson og tvær ferðir Nani løgdu Manchester United á odda 3-0. Men bara tveir minuttir eftir 3-0 málið, svaraðu Bayern aftur. Match-vinnarin frá fyrra dystinum, Ivica Olic, skoraði úr spískum.

 

Fimm minuttir inn í seinna hálvleik, fekk høgri bakkurin hjá Manchester United, Rafael, sítt seinna gula kort. Eftir hetta trýsti Bayern fyri at fáa 3-2 máli, ið hevði sent Bayern víðari uppá fleiri skorað úti mál.

 

Eitt korter fyri tíð, kom avgerandi málið. Bayern sendi eitt horna útfrá til Arjen Robben, ið fluktaði bóltin í mál til 3-2. Eftir hetta megnaði Manchester United ikki at svara aftur. Sostatt er Manchester United ikki longur Champions League í ár.

 

Bayern München møtir í hálvfinaluni Lyon, ið vann samanlagt á Bordeaux.

 

Manchester United-Bayern München 3-2 (3-0)

1-0: Darren Gibson, 3.

2-0: Nani, 7.

3-0: Nani, 41.

3-1: Ivica Olic, 43.

3-2: Arjen Robben, 75.

Reytt kort: Rafael da Silva, 50.

Samanlagt 4-4, men Bayern München fleiri útivallarmál

 

Bordeaux-Lyon 1-0 (1-0)

1-0: Marouane Chamakh, 45.

Samanlagt 3-2 til Lyon