Robbie Williams bjóðar av

.

Stendur tað til Robbie Williams fyrrverandi lim í dreingjabólkinum Take That so fer hann at smyrja Liam Gallagher úr Oasis av, áðrenn langt um líðir. Tað heila byrjaði tá Robbie Williams og Liam Gallagher fóru at hyggja skeivt eftir hvørjum øðrum, til tað árligu handanina av Brit Award heiðurslønini, sum er umrødd aðrastaðni í blaðnum. Úrslitið av stríðnum millum Willams og Gallagher var, at Robbie Williams kom við eini avbjóðing. Hann segði at hann var klárur at møta Liam Gallagher í boksiringinum nær tað skuldi vera. Hansara uppskot var at hvør av teimum skuldi hava 100.000 pund (svarandi til 1.2 mill í okkara peningi) við sær, sum so vinnarin av dystinum skuldi lata til okkurt góðgerandi endamál eftir egnum ynski.

Henda avbjóðingin hevur fingið rættuliga fitt av umtalu í Onglandi og eisini fólk innan boksiítrottin hava víst hesum hugskotinum áhuga. Sjálvt um enska boksisambandið ikki tekur undir við dystinum, so hevur eitt nú fyriskiparin hjá Lennox Lewis boðið sær til at skipa fyri dystinum. Verður hetta til nakað, so er talan um einki minni enn ársins boksidyst. Ein dystur har tveir teir stórstu persónarnir innan enska undirhaldsídnaðin bresta saman, og tað er nokk heldur ikki ov nógv sagt, at hetta eisini eru teir báðir, ið eru óførastir at brúka seg. Ætlanin er at dysturin skal vera boksaður eftir teimum reglum sum eru galdandi fyri amatørboksarar. Eitt krav frá teimum sum higartil hava boðið sær at skipa fyri dystinum, er tó at báðir boksararnir eru vandir av góðkendum boksivenjarum og at teir í allar mátar eru kropsliga væl fyri.

Tað einasta sum nú er eftir at fáa uppá pláss, er um Liam Gallagher játtar at trína í ringin ella ikki. Einki hevur verið at hoyrt frá honum síðani bretsku bløðini fóru at skriva um avbjóðingina. Bólkurin hjá Liam Gallagher, Oasis, er í skrivandi stund á konsertferð í Japan har teir royna at fremja søluna av teirrra seinastu útgávu sum ber heitið Standing On The Shoulder of Giants.

Ensk veddingarfeløg eru eisini farnir at vísa dystinum áhuga, og teir meta Robbie Williams hava fyrimun, hesin fyrimunur stendst fyrst og fremst av at Robbie Williams er tyngri. Tað var nevniliga eisini eitt úttalilsi um vektina hjá Robbie Williams, sum Liam Gallagher loypti øði í Robbie Williams við. ?Tú ert bara ein feitur dansari? vóru orðini, men hvør veit, um ikki júst hetta verður Robbie Williams til fyrimuns í ringinum ? livst so spyrst.