Skipið, sum er heimahoyrandi í Vági, hevur ikki verið til fiskiskap síðan í fjør vár, men hevur fiskiloyvi Í bløðunum um dagarnar verður djúpvatnstrolarin Roc Amadour lýstur á tvingsilssølu, sum sambært lýsingini verður í Føroya Fútarætti 14. apríl í ár.
Tað er Óla Jákup Kristoffersen, advokatur, sum starvast hjá Advokatskrivstovuni, ið hevur umbiðið tvingsilssøluna.
Í lýsingini framgongur ikki, hvør kreditorur hevur umbiðið søluna, men útgerðarmaðurin í Vági, Hallur Fríði Augustinussen, sigur, at sølan er umbiðin av Realinum.
Upplýst verður í lýsingini, at fyrireikandi tvingsilssølufundur er ásettur at verða á Dómaraskrivstovuni 24. mars, og tá verða tey, sum meta seg at hava krøv í skipinum, kallað til fundar.
Tey, sum hava áhuga fyri skipinum, kunnu síggja søluuppstilling og onnur skjøl í sambandi við tvingsilssøluna við at venda sær til Føroya Fútarætt.
Avtala kann eisini gerast við advokatin, sum hevur umbiðið tvingsilssøluna, um at síggja skipið, sum liggur í Vági.
Roc Amadour er annar djúpvatnstrolarin, sum verður lýstur á tvingsilssølu innan fáar mánaðir.
Hin 23. november í fjør varð Phoenix, sum P/F Reiðaravirki Phoenix á Tvøroyri átti, eisini seldur í Føroya Fútarætti.
Føroya Banki keypti djúpvatnstrolaran og er framvegis eigari av skipinum.
Hallur Fríði Augustinussen, útgerðarmaður í Vági, sigur, at Roc Amadour hevur fiskiloyvi, nú hann verður seldur.
Útgerðarmaðurin hevur annars ongar viðmerkingar til umbidnu søluna av skipinum.