Gongur alt sum ætlað, kemur kendi bretski rockbólkurin Jethro Tull til Føroya at hava konsert í august mánaði.
Á heimasíðuni hjá bólkinum verður longu boðað frá, at teir ætla sær til Føroya at hava konsert í summar.
Tað er Listastevna Føroya, sum hevur arbeitt við at fáa Jethro Tull til Føroya at spæla, og har verður nú váttað, hvør ætlanin er.
? Jethro Tull skal hava konsert á Listastevnuni. Teir skulu spæla í Norðurlandahúsinum mikudagin 11. august, sigur Oddvá Nattestad, samskipari.
Gera endaliga avtalu
Síðst í februar mánaði fara hon og Óla Jákup í Dímun, ljóðteknikkari, til London at gera endaliga avtalu við bólkin og fáa teir tøkniligu spurningarnar upp á pláss. Eisini skulu tey kunnu um umstøðurnar í Føroyum.
Jethro Tull gav sína fyrstu plátu út í 1968, og gjøgnum 1970'ini vóru teir millum stóru rocknøvnini. Teir spældu øðrvísi rocktónleik, sum tordi at blanda fleiri stílir saman, og so var tvørfloytan hjá høvuðsmanninum í bólkinum, Ian Anderson, eitt vørumerki hjá teimum.
Til konsertina í Norðurlandahúsinum er ætlanin, at gólvið skal slætt, og opið verður út í Klingruna, so at sum mest av fólki kann verða inni í salinum.