Rodrigo skotið fyrstu málini fyri KÍ

(1.deild) B36 og TB eru á odda við fullum stigatali

Full umfar var í 1. deild í dag. Í Klaksvík kom Rodrigo Silva fyri fyrstu ferð á vøllin fyri KÍ, síðani hann kom aftur til felagið. Hann hevur nú fingið øll viðurskiftini upp á pláss og kann spæla fyri KÍ.

 

Tað var málleyst millum KÍ og EB/Streym, tá Rodrigo Silva kom á vøllin. Hann gjørdi bart og legði KÍ á odda bæði 1-0 og 2-0. Móti dystarenda økti Jóannes Bjartalíð til endaliga úrslitið 3-0.

 

TB og B36 hava framvegis fult stigatal aftaná fýra dystir. TB vann grannauppgerðina móti FC Suðuroy í Vági 2-0. Ragnar Tausen og Teitur Justinussen skoraðu málini. B36 vann ikki minni enn 5-2 á 07 Vestur. Tóki á Lofti skoraði hattrick, meðan Árni G. Nielsen skoraði hini bæði fyri B36.

 

1.deild:

B36 II – 07 Vestur 5-2 (3-0)

1-0 Árni G. Nielsen, 17

2-0 Árni G. Nielsen, 34

3-0 Tóki á Lofti, 38

3-1 Sigtór Asbjørn Petersen, 57

3-2 Jovan Radinovic-Panic, 62 br

4-2 Tóki á Lofti, 65 br

5-2 Tóki á Lofti, 72

 

HB II – NSÍ II 2-3 (1-0)

1-0 Bartal Wardum, 4

1-1 Jákup Andrias Gaardbo, 49

1-2 Meinhard Olsen, 55

2-2 Poul Ingason, 76

2-3 Meinhard Olsen, 82

 

FC Suðuroy – TB -2 (0-2)

0-1 Ragnar Tausen, 27

0-2 Teitur Justinussen, 49

 

KÍ II – EB/Streymur II 3-0 (0-0)

1-0 Rodrigo Silva, 67

2-0 Rodrigo Silva, 76

3-0 Jóannes Bjartalíð, 90+2

 

Víkingur II – AB II 2-0 (1-0)

1-0 Martin Olsen, 37

2-0 Magnus Janskor, 74

 

Støðan:

1.     B36 12(Stig)

2.     TB 12

3.     Víkingur 7

4.     AB 6

5.     FC Suðuroy 6

6.     KÍ 4

7.     NSÍ 3

8.     07 Vestur 3

9.     EB/Streymur 3

10.   HB 0

 

Øll liðini uttan Víkingur og FC Suðuroy hava spælt fýra dystir. Tey bæði liðini hava spælt tríggjar dystir.