Eftir eina væleydnaða byrjan á Eiði, har 92 íkarar luttóku í fyrsta umfari av Burn Róður, er aftur klárt til kapping, tá næsta umfar verður í ítróttarhøllini í Trongisvági leygardagin, 1. november kl. 13.00. 
Róðrarsamband Føroya og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag standa fyri vertsskapinum, og alt bendir á, at hetta verður ein stórur róðrardagur við heili 100 íkarum til start – eitt potentielt luttakaramet fyri føroyskan inniróður – FM undantikið.
Kappingin verður sjálvsagt stroymd beinleiðis á YouTube-vanganum hjá Róðrarsambandinum, har Suðurnet stendur fyri framleiðsluni. Hetta gevur øllum møguleika at fylgja við – bæði teimum, ið sita í høllini og teimum, ið hyggja úr stovuni.
Startrøðin sæst her https://innirodur.rsf.fo/2025/10/29/startrod-burn-rodur-2-2025-2026/
Kantinan í ítróttarhøllini letur upp kl. 12.00, og har verður nógv gott til keyps – smyrjibreyð, grill, kakur, góðgæti og kaffi. 
Tað verður tí bæði spennandi og hugnaligt fyri fjepparan at vitja róðurin, við góðum stemningi og hørðum kappingum á maskinunum.
Stemningurin á Eiði var frálíkur, og Róðrarsamband Føroya væntar einki minni nú, tá nýggj og roynd andlit hittast aftur í Trongisvági. 
Róðrarsamband Føroya fegnast um, hvussu Burn Róður hevur tikið seg fram sum kapping, ið bæði røkkur breitt og gevur íblástur til nýggj andlit at royna seg innan róður.
Alt er til reiðar til ein nýggjan Burn Róður við kapping, vilja og stríði. 
Tá startskotið ljóðar leygardagin, verður Trongisvágur miðdepilin fyri føroyskan inniróður – og aftur ein staðfesting av, at hetta er ein ítróttur í vøkstri.











