Rógvi og Kaj Leo halda Noreg vinnur

Norska avísin VG hevur spurt teir báðar føroysku landsliðsspælararnar, um møguleikan hjá Noregi at koma til EM í fótbólti

Ungarn er einasta liðið, sum stendur millum Noreg og eitt stórt altjóða endaspæl fyri fyrstu ferð síðani EM í 2000. Í annaðkvøld verður fyrri dysturin í Oslo, meðan seinni dysturin verður spældur sunnudagin í Budapest.

 

Ungarn var í bólki saman við Føroyum og norska avísin VG hevur valt at spyrja tveir av føroysku landsliðsspælarunum, sum báðir hava tilknýti til Noregs, um møguleikarnar hjá Noregi at vinna móti Ungarn.

 

Føroyar spældu væl báðar dystirnar móti Ungarn, og við eitt sindur meiri hepni kundu Føroyar skjótt havt fingið okkurt stig frá dystunum og kanska onkran sigur eisini. Tey flestu okkara minnast enn væl, tá Kaj Leo í Bartalsstovu varð feldur inni í brotsteiginum hjá Ungarn í seinna hálvleiki í dystinum í Budapest, meðan støðan enn var 1-1.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu er eisini annar spælarin, sum VG spyr. Hann spældi farna kappingarár fyri norska felagið Levanger, sum júst megnaði at bjarga sær plássið í næst bestu deildini.

Les eisini Kaj Leo sáttmálaleysur.

 

Hann sigur við VG, at hann væntar, at Noreg fer at vinna dystirnar. Hann sigur bersøgin, at Ungarn ikki spældu serliga væl í báðum dystunum móti Føroyum og heldur, at Føroyar skjótt kundu fingið bæði javnleik og sigur í dystunum móti ungarum. Hann metir tí, at Noreg hevur eitt betri lið, men ávarar tó um, at tað kann gerast torført hjá Noregi at spæla seinna dystin á útivølli.

 

Avísin hevur eisini sett seg í samband við Rógva Baldvinsson, sum hevur búð í Stavanger í 19 ár. Eins og Kaj Leo heldur hann ikki, at Ungarn vóru serliga góðir móti Føroyum, teir vóru als ikki nakað heimsklassalið, sigur hann. Hann ávarar fyrst og fremst norðmenn móti liðskiparanum Balazs Dzsudzsak, sum hann metir vera ein lyklaleikara hjá Ungarn. Hann ávarar norðmenn móti at undirmeta Ungarn, men sigur tó, at Noreg vinnur ein slíkan dyst níggu av tíggju ferðum.

 

Dysturin verður sum sagt í annaðkvøld klokkan 19.45 og seinni dysturin sunnukvøldið klokkan 19.45.

 

Hinir dystirnir verða spældir soleiðis:

Svøríki og Danmark spæla leygarkvøldið klokkan 19.45 í Stockholm og týskvøldið klokkan 19.45 í Parkini í Keypmannahavn.

Bosnia og Írland spæla fríggjakvøldið klokkan 19.45 í Sarajevo og í Dublin mánakvøldið klokkan 19.45.

Ukraina og Slovenia spæla leygardagin klokkan 17.00 í Ukraina og síðani í Slovenia týskvøldið klokkan 19.45.