Rói og HØJ mistu í oddastríðnum

HØJ tók ikki av møguleikanum at vinna seg upp á næstfremsta plássið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Rói Berg Hansen skoraði fýra mál tá hann og liðfelagarnir í HØJ vóru fyri teprum 20-21 tapi á útivølli móti Otterup.

 

Í steðginum var HØJ á odda 12-10, men í seinna hálvleiki hevði Otterup munin. Otterup skoraði til 21-20 tá 56 sekund vóru eftir, men HØJ megnaði ikki at javna og tryggja sær eitt týdningarmikið stig.

 

Við sigri kundi HØJ vunnu seg á annað plássi, men nú eru teir á triðja plássi við 28 stigum, einum stigi færri enn Sydhavsøerne. 

 

Týskvøldið spælir HØJ móti HEI Skæring á heimavølli. 

 

Nr.Lið:DystirStig
1HC Midtjylland2036
2Team Sydhavsøerne2129
3HØJ Elite2028
4Grindsted GIF 2028
5IK Skovbakken2022
6Otterup HK2120
7Ajax 2019
8HEI Skæring1916
9Odder 1916
10TM Tønder 2016
11FIF2013
12Elitesport Vendsyssel1913
13Roskilde Håndbold1913
14HC Odense187