Rói tryggjaði HØJ javnleik beint undan dystarloki

Liðini hjá Jónasi G. Djurhuus og Róki Akralíð vunnu sínar dystir

Hetta gjørdist ein góður dagur hjá føroyingunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Rói Berg Hansen tryggjaði liðið sínum, HØJ javnleik við at skora til støðuna 32-32 beint undan hallarlúðurin ýldi fyri dystarloki í Grindsted. 

 

Talan er um fyrsta stigið HØJ missir hetta kappingarárið, og um fyrsta stigið Grindsted tryggjar sær hetta kappingarárið, men teir í HØJ mundu anda lættan nú tap var í hendi móti dystarloki.

 

Rói skoraði fimm mál fyri HØJ í dag. HØJ var á odda 18-15 í steðginum.

 

Jónas G. Djurhuus skoraði fimm mál fyri FIF, ið vann ein sera spennandi dyst á RIngsted á heimavølli. FIF vann dystin 32-31. Tá ein minuttur var eftir javnaði Jónas til 31-31, og beinti undan dystarloki syrgdi Mathias Lind fyri, at tokið lyfti seg í høllini, tá hann sendi bóltin í netið til støðuna 32-31 til FIF.

 

Liðið hjá Róki Akralíð, HC Aarhus vann 30-26 á Team Sydhavsøerne á útivølli. Í steðginum var HC Aarhus á odda 15-10. Rókur var ikki millum málskjúttarnar hjá HC Aarhus í dag.

 

Í morgin spæla Brandir Halgirsson, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í Ajax móti Odder á útivølli. Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Roskilde taka á heimavølli móti Tønder. 

 

NrLið:DystirStig
1HØJ 47
2Rækker Mølle46
3Roskilde34
4Skive44
5TMS Ringsted34
6Ajax 34
7Aarhus HC34
8Team Sydhavsøerne34
9IK Skovbakken43
10Odder 32
11TM Tønder32
12FIF32
13Otterup HK41
14Grindsted GIF30