Rói var toppskjútti hjá Hallby

Hallby leikti javnt móti Sävehof, ið mátti klára seg uttan Ísak Vedelsbøl

Tað bleiv tíverri ikki talan um eina føroyingauppgerð í Jönköping í bestu svensku hondbóltsdeildini í dag. Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby tóku ímóti Sävehof, ið mátti klára seg uttan Ísak Vedelsbøl í dag.

 

Dysturin endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var Hallby á odda 19-17. Gruls Grøtta javnaði fyri Sävehof til støðuna 31-31, tá bert 11 sekund vóru eftir at leika. 

 

Rói var toppskjútti hjá Hallaby við átta málum. Hann legði eisini upp til eitt mál (assist).

 

Sävehof er nummar seks í deildini við 15 stigum. Hallby er nummar 11 við 11 stigum.