Pauli Høj og liðfelagarnir halda fast í oddasessinum

Bergsøy vann tepran sigur á útivølli

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy spældu í dag dyst á útivølli í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli móti Charlottenlund eydnaðist tað Bergsøy at vinna ein tepran 25-24 sigur. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Christopher Lindbjerg Ekmann skoraði sigursmálið hjá Bergsøy beint undan dystarloki. Pauli átti uppleggið til málið.

 

Pauli skoraði bara eitt mál í dag. Hinvegin legði hann upp til fýra mál (assist). 

 

Bergsøy er fremst í deildini við 20 stigum. Viking TIF hevur 18 stig, men hevur spælt ein dyst færri. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 hevur Bergsøy dyst á heimavølli móti Bodø, ið er triðfremst í deildini við 17 stigum.