HM: Týskland vann á Spania - Føroyar kunnu tryggja sær triðja plássið

Føroyska kvinnulandsliðið fer nú at spæla fyri at enda í topp-12 í heiminum

Mynd: IHF

Føroyar kunnu enda á einari endastøðu millum nummar níggju og 12, um Føroyar knógva ein sigur á Íslandi í HM-millumbólki 2 í Westfalenhalle í Dortmund.

 

Týskland vann frammanfyri 10.522 áskoðarum í Westfalenhalle 29-25 (13-10) á Spania.

 

 

 

Danila So Delgado Pinto var við 10 málum toppskjútti hjá Spania. Emily Vogel var við seks málum toppskjútti hjá Týsklandi. 

 

Tað merkir, at støðan undan seinasta dystinum í millumbólkinum millum Føroyar og Ísland er støðan hendan: Týskland hevur 10 stig og Montenegro hevur seks stig. Tey bæði liðini hava vunnið seg í HM-fjórðingsfinalurnar. Serbia hevur fimm stig og Spania hevur fýra stig. Føroyar hava trý stig og Ísland hevur einki stig.

 

Megna Føroyar at vinna á Íslandi hava okkara betri málmun enn Serbia, og enda á fjórða plássinum. Endar tað javnt millum Føroyar og Ísland enda vit á fjórða plássinum, tí vit eru betri innanhýsis móti Spania. Tapa okkara enda tær á fimta plássinum í bólkinum. 

 

 

 

Mynd: IHF