Losjan við Gøtugjógv er farin at gera um seg aftur sum konsertstað, fyri nøkrum árum síðan var hetta eitt tað virknasta konsertstað í landinum. Hetta var meðan tónleikasamtakið Grót hevði hetta sum sín høvuðspall, men seinastu tíðina hava ikki verið líka nógv tiltøk í Losjuni sum fyrr. Um tað er G! festivalurin, ið hevur tikið orkuna kann bert gitast um. Í øllum førum var fyrr í ár avgjørt at loysa G! frá Grót, og hetta hevur borið frukt, Losjan er aftur farin at bjóða seg fram. Hetta er at gleðast um.