Ummæli
Leygarkvøldið 28. september var Nordatlantisk Musikfestival í Hal D beint við Norður Bryggjuna í Keypmannahavn, umleið 400 føroyingar, grønlendingar, íslendingar og danir vóru komnir saman at lurtað eftir nøkrum av bestu rokkbólkunum úr Norðuratlantshavi saman við danska bólkinum Who Made Who. Eini 300 av hesum vóru gjaldandi gestir, meðan restin var miðlar, tónleikarar og bodnir gestir. Hóast uppmøtingin var so sum so, so var lagið gott alt kvøldið, og tónlistarliga var hetta ein rík uppliving, ið gav innlit í tónleikapallarnar í Útnorðri.
Ein skerdur makrelur
Makrel legði fyri í eini broyttari útgávu.
- Vores guitarist har det ikke så godt for tiden, derfor har vi en afløser med i aften, Uni Debess, segði sangarin Ári Rouch millum tvey løg. Nógv umrødda málið um Makrel gittarleikaran Rasmus Rasmussen fekk sína ávirkan á hetta kvøldið.
Uni R. Debes fekk nógv og uppiborin klapp fyri sína framførslu, ið var verd at klappa fyri. Uni er ein framúrskarandi gittarleikari og sjálvt um, hann einans hevði vant við bólkinum í tvær vikur, so kom hann sum heild væl frá sínum parti. Í fleiri av løgunum riggaði heilt væl. Serliga sterkur stóð Filthy Tongue, ið fór frá sínum flótandi bleyta formi til eitt ordiliga gumpasparkandi rokklag. Tað var eisini herligt at hoyra Una finna uppá í Wonderland, løg sum Euphoria, Wonderland og Forever and Beyond riggaðu heilt væl.
Men tað komst ikki uttanum, at hóast Uni gjørdi sítt allar besta og hevur alt møguligt rós uppiborið, so er hann ikki Rasmus Rasmussen. Rasmus er ein somikið serligur gittarleikari, at Makrel uttan Rasmus minnur mest um The Jimi Hendrix Experience uttan Jimi Hendrix, ella kanska enntá við Gary Moore sum avloysara fyri Hendrix. Uni hevur heilt øðrvísi ljóð, og hóast hann brúkti nakrar effektir á gittaran hesaferð, so var hetta sera langt frá tí fullkomiliga egna gittarljóðinum hjá Rasmusi. Tað gjørdist so sera greitt, hvussu týdningarmikil Rasmus er fyri Makrel. Hetta var serliga týðiligt í tveimum teimum fyrstu løgunum Imitations og Where Does It Come From, har tú veruliga manglaði Rasmus. Hóast konsertin var ok, var hon langt frá vanliga støðinum hjá Makrel og skal ivaleyst helst síggjast sum ein áhugaverd uppliving. Nú er bert at vóna, at Rasmus skjótt verður at síggja í Makrel aftur..
Tað var tó frálíkt at hoyra Makrel spæla eitt nýtt lag, Fresh Air, ið Rasmus hevði gjørt. Lagið var sera spennandi melodiskt og boðar frá, at bólkurin enn hevur nógv at bjóða.
Tá Makrel fór á pallin, vóru ikki heilt nógv fólk komin, men eitt sindur frægari stóð til, tá bólkurin fór av aftur pallinum.
Grønlendsk ørkymlan
Chilly Friday umboðaði Grønland á Útnorður Tónleikafestivalinum. Hetta sigst at vera eitt tað størsta grønlendska navnið, og at døma eftir garrvillu grønlendsku áskoðarunum er bólkurin sera væl umtóktur. Men tað skerst ikki burtur, at um hetta er tað besta innan grønlendskan tónleik, so er støðið ikki serliga høgt. Bólkurin var fullkomiliga stílørkymlaður og ferðaðist runt í ymiskum greinum av rokki, alt frá Hjarnar popp/rokki til rættiliga harðan málm og rapp/rokk. Okkurt lag var tó rættiliga gott, her er triðja lagið hjá bólkinum vert at nevna. Hetta kann ivaleyst lýsast sum etno/rapp/rokk eitt bland av trimum tónleikastílum, ið saman riggaðu væl. Sangarin sang rættiliga reint, tó uttan at hava serliga spennandi rødd. Tað mest spennandi við Chilly Friday tyktist at vera, at sangarin sang á grønlendskum. Tað var serliga grønlendsku áskoðararnir, ið hugnaðu sær til heimliga rokkin. Meðan góðskan barasta ikki var nóg góð ella gjøgnumførd til, at íslendingar, danir og føroyingar skuldu gerast ordiliga bitnir.
Annars royndi bólkurin sum frægast at skapa stemning við at kasta neon pinnar og hýtir við jarðberjasmakki út til áskoðararnar, ið nú vóru vorðnir rættiliga nógvir í tali.
HAM er ein veggur av ljóði
HAM á G! NÚ! Hetta vóru stuttu sms boðini, ið eg sendi til Jón Tyril eftir tvey løg við íslendska bólkinum HAM. Um Jón velur at fylgja mínum ráðum ella ei, fer tíðin at vísa, men eg havi ringt við at ímynda mær ein betri egnaðan bólk til stóra pallin á Gøtusandi enn júst HAM. Íslendski bólkurin er ikki longur líka virkin, sum hann hevur verið, men í samband við Útnorður tónleikafestivalin høvdu limirnir funnið saman aftur, og Guð havi lov fyri tí. Meðan grønlendska innslagið var alt annað enn gjøgnumført, var útrykkið hjá HAM ómetaliga gjøgnumført. Bólkurin spældi sín harða orkurokk, ið blásti Hal D um koll. Har var bert eitt stig av intensiteti, ið best kann lýsast sum garvilt, hart og ógvisligt. Eitt slag av tónlistarligum djevulskapi á íslendskum. Tankarnir leitaðu til bólkar sum Rage Against The Machine, Marilyn Manson og Rammstein, men eisini føroyskar bólkar sum MC-Hár og Grønt Fót Slím. Røddirnar hjá oddamanninum, ið rópaði, skrálaði og tosaði og tann djúpa hjá gittarleikaranum, ið sang og messaði sum eitt slag av íslendskum Karl Anton Klein, riggaðu ómetaliga væl saman við kompromisleysa tónleikinum. Hetta var ein veggur av larmi, ið tú vart slongdur hart inn í. Í fyrstuni spennandi, so mest sum ov nógv av tí góða, men síðan aftur bara bergtakandi. Í tíðindaskrivinum um tiltakið stóð, at HAM var ein legendariskur íslendskur rokkbólkur. Legendariskur er tað sama, sum avdankaður, segði ein genta við meg, stutt áðrenn HAM fór á pallin. Men so var ikki, HAM var ein ómetaliga livandi og spennandi bólkur, ið vit vónandi sleppa at uppliva á føroyskum palli.
Funky danskur rokkur
Who Made Who var danska navnið á kvøldinum. Trioin spælir fitt popp løg í sera funky og larmandi útgávum. Stílurin minti rættiliga nógv um INXS, men ferðaðist innan fyri larmuttan popp/rokk onkra løtu næstan yvir í trance og annað elektroniskt. Meðan íslendski, grønlendski og føroysku bólkarnir høvdu fitt av fjepparum millum áskoðararnar, tyktist Who Made Who at vera ein nýggj uppliving fyri flestu áskoðararnar. Men við spæligleði, góðum løgum og lívligari framførslu fekk bólkurin skjótt fólk við. Nakrir av íslendsku og grønlendsku áskoðarunum vóru farnir, tá teirra bólkar høvdu spælt, og tað var byrja at tynnast aftur millum áskoðararnar, men lagið var enn gott og fólk tyktist at hugna sær.
Rátt, hart og 200 km/t
Tað mundu ikki vera stórt fleiri enn 100-150 áskoðarar eftir, fá føroysku politisku punk/rokkararnir 200 trinu á pallin í Hal D. Men frá fyrstu tónunum av lagnum Talibann punkaði 200 høllina á kók. 14 løg av teimum trimum 200 fløgunum vóru serveraði við 200 km/t og við einum sera ráðum og hørðum rokkljóði, ið klæddi løgunum væl. Hetta ljóðaði stutt sagt knasandi væl.
Tað er nærum altíð ein sonn gleði at hoyra 200, tí bólkurin spælir sera væl og er nakað so øgiliga undirhaldandi. Við sínum smáu søgum millum løgini, dugdi Niels væl, at leiða áskoðaran inn í løgini eisini útlendska áskoðaran, hetta hóast teksturin er á føroyskum.
Serliga sterk stóðu Tað einasta góða við miðflokkinum er, at hann ikki er í samgongu” og Tunnilsvisjón, ið Tunnilsvisjón slitnaði ein strongur, men lagið virkaði ómetaliga hart og rátt. Í “Tað einasta góða..:” var tað serliga instrumentala flippið í endanum, ið var ein uppliving, við sínum fullkomiliga psykotiska bassljóði syrgdi Mikael Blak fyri, at lagið var ein virðiligur endi á kvøldinum. 200 kundi havt givist tá, men klappaðir útaftur spældu teir eina framúr góða útgávu av Drotningavitjanini, ein buldur og brak endi á einum góðum rokkkvøldið úr Útnorðri í nalvanum á danska kongaríkinum .