Rólig og avslappandi

Ein fær tíð at njóta ein kopp av kaffi.

Rólig og avslappandi

 

Erik, ið upprunaliga er danskari, og Susan, ið er fødd í Tanganyika, hava búð í Kanada síðani 1974. Tey hava júst verið í Føroyum í eina viku og hava vitjað á níggju oyggjum.

 

“Okkum dámar væl,” siga Erik og Susan Larsen, úr Kanada, um nýggju farstøðina. Tey siga, at fyrimunurin her í Vágum, fram um farstøðir aðrastaðir, er, at ein kann veruliga njóta fráferðina. Ein fær tíð at slappa av og njóta ein kopp kaffi, heldur enn at muga renna til fráferðarportrið. “Hon er ikki so stór sum farstøðir í øðrum londum, siga tey, men hon er nógv meiri avslappandi og róligari.”