Romney í Hvítu Húsini

Tað eydnaðist ikki Mitt Romney at fása fastan bústað í Hvítu Húsunum í Washington, men í dag fer hann hagar sum gestur hjá Barack Obama, forseta. Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir hittast síðani forsetavalið.

Obama segði longu valkvøldið, at hann ætlaði sær at tosa við Romney um, hvat skilabest er at gera fyri at fáa meiri ferð á amerikanska búskapin. Talsmaðurin hjá Obama, Jay Carney, segði í gjár, at forsetin og gestur hansara verða einsamallir í fundarrúminum, og at fjølmiðlarnir sleppa ikki at siga frá fundinum. Hann ivaðist ikki í, at fundurin verður gagnligur.

Mitt Romney hevur ikki verið alment frammi síðani valið, og politiskir eygleiðarar siga, at hann hevur lítla ávirkan á tær avgerðir, sum republikanski flokkurin tekur í Kongressini.