Tað var ein skelkur fyri portugisar, at teir taptu 0-1 fyri Marokko í HM-fjórðingsfinaluna.
Serliga svárt var tað fyri skjótt 38 ára gomlu heimsstjørnuna, Cristiano Ronaldo, ið skrivar á Instagram, at tað var hansara størsti dreymur at vinna HM við Portugal.
- Eg bardist hart fyri hesum dreyminum. Eg uppgav ongantíð hendan dreymin, men ígjár endaði hesin dreymurin, skrivaði Ronaldo á Instagram sunnudagin.
Ronaldo slær fast, at mangt er skrivað um hann, men tað hevur altíð verið hansara fremsta mál at stríðast fyri Portugal.
- Dreymurin var vakur so leingi hann vardi, skrivaði Ronaldo, ið endaði við at takka sínum landi, Portugal og takka Katar fyri at hýsa HM-endaspælinum hesaferð.
Ronaldo er higartil einasti fótbóltsleikarin, ið hevur skorað mál í trimum HM-endaspølum.