Ronaldo rennur eisini aftaná

Seria A: Juventus rennur í løtuni aftaná Milan-liðunum, eftir at Juventus tapti móti Inter Milan

Tíðin har Cristiano Ronaldo og Lionel Messi vóru einaráðandi á vøllin er farin. Í gjár bleiv Lionel Messi útvístur á fyrsta sinni í yrkisleiðini, tá FC Barcelona tapti stórsteypadystin móti Athletic Bilbao, og Juventus, við Cristiano Ronaldo, misti eitt týðandi fet í stríðnum um italska meistaraheitið.

Juventus megnaði fyri kortum at vinna á AC Milan, sum er oddalið í Seriu A, men í gjár tapti Juventus móti Inter Milan, ið nú hevur lagt seg undir liðina á AC Milan. Inter Milan vann 2-0 við málum frá Arturo Vidal og Nicolo Barella.

Juventus hevur vunnið meistaraheitið níggju ferðir upp í slag, men liðið er í løtuni á fimta plássi og tað eru sjey stig upp til oddaliðið AC Milan, sum í kvøld spælir á útivølli móti Cagliari.

##med2##

1Inter Milan18124245:2340
2AC Milan17124137:1940
3Napoli17111540:1634
4Roma18104437:2934
5Juventus1796235:1833
6Atalanta1795340:2232
7Lazio1894530:2531
8Sassuolo1886431:2730
9Hellas Verona1876522:1727
10Sampdoria1872928:2923
11Benevento1863921:3421
12Bologna1855824:3120
13Spezia1846823:3218
14Fiorentina1846818:2918
15Udinese1744919:2716
16Genoa1836918:3015
17Cagliari1735923:3414
18Torino1827926:3513
19Parma1827914:3413
20Crotone18331221:4112