NSÍ fara ikki at vinna seg í annað umfar í ársins útgávu av Europe League. Tað má verða niðurstøðan eftir dystin í Gundadali í kvøld, har Rosenborg vitjaði.
Gestirnir úr Noregi vunnu 3-0. Runavíkingar spældu væl í løtum, og eitt nú stútaði Óli Hansen í tvørtræið, tá fyrsti triðingurin var leiktur av fyrra hálvleiki.
Dario Zahora legði Rosenborg á odda miðskeiðis í fyrra umfarinum. Mikael Lustig økti um leiðsluna á tímanum, og sami Lustig staðfesti sigurin, tá tveir minuttir restaðu í. Tað var eftir brotsspark.
NSÍ ? Rosenborg 0-3 (0-1)
0-1: Dario Zahora, 21.
0-2: Mikael Lustig, 58.
0-3: Mikael Lustig, 89.
NSÍ: Meinhardt Joensen ? Jónhard Frederiksberg (Jens Joensen, 57.), Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen ? Christian Høgni Jacobsen, Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør (Klæmint A. Olsen, 76.) ? Bogi Løkin ? Karoly Potemkin (Høgni Madsen, 80.)
Rosenborg: Rune Almenning Jarstein ? Mikael Lustig, Kris Stadsgaard, Alejandro Lago, Andreas Nordvik ? Anthony Annan, Per Ciljan Skjelbreg ? Kjell Rune Sellin, Steffen Iversen, Didier Konan Ya ? Dario Zahora