Rosenkrantz-Theil viðgongur ósigurin í Keypmannahavn

Pernille Rosenkrantz-Theil kom ongantíð við í samráðingar um stjórnarskipan í Keypmannahavn.

Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Høvuðsvalevni hjá Javnaðarflokkinum í Keypmannahavn Pernille Rosenkrantz-Theil viðgongur ósigur í Keypmannahavn.

- Nú mistu vit Keypmannahavn. Eg haldi, at hatta er ótrúliga óheppið. Men aftur á hestin, sigur Pernille Rosenkrantz-Theil við fjølmiðlar á Ráðhúsinum í Keypmannahavn í morgun.

Hon kom ongantíð við í avgerandi samráðingarnar á Ráðhúsinum.

– Vit vistu, at tað fór at vera ótrúliga trupult, heilt ótrúliga trupult, tað er grundleggjandi fortreytin, sigur leiðandi valevnið.

 

/Ritzau/

 

 

Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix