Uppsetingin hjá Tjóðpalli Føroya av Øskufíu sýnist á ein hátt øvug av Disney, bæði tí hon torir myrkrið, men eisini tí hon er modernað, spælandi og orkumikil.
Soleiðis skrivar Kinna Poulsen m.a. á listaportal.com í einum ummæli av leikinum Øskufía.
Øskufía er tískil ein leikur sum við skemti og dýpd varpar ljós á sambandið millum børn og foreldur – huglagið er til tíðir eitt sindur álvarsligt og vaksið, men eisini stuttligt og fjákut, skrivar Kinna Poulsen millum annað í ummælinum.
Alt ummælið kann lesast her: Myrk og stuttlig Øskufía — Listaportal











