Tangabilur koppaði við 11.000 litrum av gassolju

Eingin fólkaskaði var, tá ein tangabilur fór út av vegnum í Kirkjubø í gjár

– Har var so mikið hált, at tangabilurin fór á glið út av vegnum og endaði á liðini. Men har var eingin fólkaskaði.

 

Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun um hendingina í Kirkjubø.

 

Lesið eisini: Tangabilur koppaður í Kirkjubø

 

Sløkkiliðið í Havn kom at tøma bilin, áðrenn hann kundi fáast uppaftur, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at eingin olja lak úr bilinum

 

Í morgun er kavi og kalt, og ymiskt er, hvussu væl tað er grivið – og í støðum er eisini jarðrok, sigur vaktleiðarin, sum heitir á fólk um at taka koyrilíkindini til eftirtektar.