38 ára gamli Ross McCall er ættaður úr Glasgow í Skotlandi, men er búsitandi í USA, har hann hevur havt ymsar leiklutir í filmum og sjónvarpsrøðum. Helst kendasta røðin er Band of Brothers.
Um vikuskiftið hevur Ross McCall verið heima í Skotlandi og spælt við í einum vælgerandi fótbóltsdysti hjá Celtic legendum. Ross McCall er íðin Celtic viðhaldsmaður og spældi sjálvur fótbólt sum yngri.
Nú hann var her á leið, kom hann eisini til Føroya at vitja Sea Shepherd, sum stríðist ímóti grindadrápi.
Hans Jacob Hermansen skrivaði í farnu viku bræv til Ross McCall og bað um høvi at greiða honum frá føroyskum sjónarmiðum um grindadráp. Seinnapartin í dag hittust teir báðir so á Hotel Føroyum, har Hans Jacob Hermansen skuldi geva skotanum innlit í Føroyar og grindadrápið.
In.fo legði leiðina fram við og tók nakrar myndir, og fryntligi skotin prátaði meira um fótbólt enn grindadráp, tá ið vit heilsaðu upp á hann. Hann vísti áhuga fyri U21 landsliðnum, ið fór av hotellinum við kós ímóti Svangaskarði, har landsdystur er seinni í dag.
Ross McCall og Hans Jákup Hermansen settust nakað eftir klokkan tvey við eitt borð á Hotel Føroyum at práta um grindadráp og føroysk viðurskifti.