Ross á pall

-

Leikurin ?Eitt ross og annað? vendir sær til smærri børn, men er líka nógv til barnsligar sálir.

Gríma hevur leikt leikin fyri skúlum og barnagørðum í Havn, men leygardagin og sunnudagin klokkan 16 verða almennar sýningar í hølunum hjá Grímu á Meiarínum í Tórsgøtu í Havn.

Atgongumerki fáast á Kunningarstovuni í Havn ella við dyrnar.

Gríma ætlar at ferðast í Føroyum at leika fyri skúlum og barnagørðum. Eisini tey, sum ikki ganga í skúla ella dagrøkt, eru vælkomin at hyggja, tá leikurin verður spældur, har tey búgva. Tey skulu bara geva skúlunum boð ella ringja til Grímu í Havn á telefon 318617