Við Ruth á Plógv úr Sandavági sum stigtakara, samskipar Ríðisamband Føroya, innsavning til Krabbameinsfelagið. Ruth á Plógv hevði eitt hugskot um at reiðfólk kunnu sameina ítróttina við at reiðfólk kundu skaffa sær peningastuðlar.
Hetta er nú gjørt við átakinum "Á rossabaki móti krabba", sum í stuttum snýr seg um, at reiðfólk hvør sær útvega sær stuðlar, ið gjalda eitt ávíst krónutal fyri hvønn kilometur, reiðfólkið ríður í tíðarskeiðnum 6. - 21. mars. Túrar verða skjalfestir við myndum ella við app, sum skrásetir hvar man ríður.
Fyri at gera tað eitt sindur meira áhugavert hevur ríðisambandið útvegað nakrar stuðlar, sum lata nakrar vinningar til reiðfólkini. Hetta verður útlutað millum tey, sum ríða.
– Tað ber sjálvsagt eisini til hjá øllum, bæði fyritøkum og einstaklingum at stuðla tiltakinum, hetta kann gerast við at flyta pening á konto hjá Ríðisamband Føroya í Bank Nordik 6460-4306904 og viðmerkja "krabbi2021". Peningurin fer sjálvandi óskerdur til krabbameinsfelagið, sigur Ríðisambandið.