Leygarkvøldið 8. oktobur skipar Bóltfelagið Royn fyri dansi við bólkinum
Rox.
Hetta er fyrsta vitjanin hjá bólkinum í Hvalba.
Rox hevur lagt seg eftir at spæla gyltar klassikarar, og tað nýggjasta
nýggja. Stílurin skiftur millum country, popp, bleytar balladur, glaðan popp
og yvir í rock. Rox spælir løg hjá eitt nú Elvis, Robbie Williams, The
Beatles, Kings Of Leon, Crowded House, Straight Ahead, Train, CCR, Bon Jovi,
Kjølar, Tom Petty, Abba, Adam Lambert, Jason Derulo, AC/DC og nógvum øðrum.
Bólkurin er mannaður av:
Signar í Homrum Sang
Johan Ziskason Guitar
John Johansen Bass
Henning Hjalt Nicodemussen Trummur.
Dj Kult fer at diska í stegðinum. Dj Kult hevur nógvar royndir við tónleikinum. Hann hevur í fleiri ár verið nógv at hoyrt í eitt nú Deep og Rex.
Hesum boða fyrireikarar frá í dag.