Royn heldur fram

Fótbóltur: Og AB, sum var lægst stadda felagið í steypakappingini, tapti á Mølini á Eiði

Leygardagin skrivaðu vit, at tað var heppið fyri fótbóltsliðið á Skála, at 1. deildarliðið í hondbólti hjá St.ÍF hevði frívikuskiftið í hondbóltinum, tí onkrir av teimum, sum spæla hondbólt, eru eisini við til at manna fótbóltsliðið.

Leygardagin vóru fótbóltsspælararnir av Skála í Suðuroy og royndu seg í innleiðandi umfarinum í steypakappingini, men teir, sum spæla hondbólt vóru ikki við ? teir eru sjey í talið ? og tað var týðuligt, at skálamenninir eru ikki komnir so langt í fyrireikingunum til fótbóltsárið enn.

Mótstøðuliðið var eitt annað av liðunum í 2. deild, Royn, sum hesa ferð hevði heimavøll á Sevmýri á Tvøroyri. Hóskvøldið høvdu teir gjørt av, at dysturin móti Skála skuldi vera á grasvøllinum, men tá tað helt á at regna allan fríggjadagin, gjørdu teir av at flyta á Sevmýri.

Royn vann sannførandi 5-1, og tað vil siga, at teir á Skála eru farnir úr steypakappingini og kunnu savna seg um hondbóltin, til hondbóltskappingin verður liðug annan leygardag.

Vilmund Mikkelsen hevur ikki spælt nakað serligt tey seinnu árini. Hann hevur verið burturi og arbeitt í longum skiftum, men nú er hann heima aftur. Úr Hvalba frætta vit, at hetta var fyrsta ferðin, at hann var á vøllinum í ár, og tað er framvegis óvissa um, hvussu tað verður við fótbóltinum hjá honum í ár.

Teir yngru menninir hjá Royn hava vant nógv síðani 1. februar, og teir runnu fyri Vilmund, sum gjørdist høvuðsleikari við at skora trý mál. Tey bæði fyrru skoraði hann í 1. hálvleiki ? eftir 24 og 33 minuttir, og serliga seinna málið ? ein heilfluktari ? var vakurt.

Skála hevði onkran møguleika, men heimaliðið var omaná, og teir øktu eftir 75, 84 og 89 minuttir. Málskjúttar vóru ávikavíst Eyðstein Jacobsen, Vilmund Mikkelsen og Gisli Sveinbjørnsson.

Skála fekk eitt mál í síðstu løtu. Tað skoraði Ólavur Olsen.


4-1 á Mølini

Tað vóru tvær deildir millum tey bæði liðini, sum hittust á Eiði, men í 1. hálvleiki, sum ikki var serliga væl spældur, sást lítil munur á.

Longu í 3. minutti setti Dánjal Magnussen hol á fyri heimaliðið, tá hann fekk fatur á bólti frá verjuni og fór sjálvur. Benny Povlsen javnaði fyri AB, tá 23 minuttir vóru farnir, men tveir minuttir undan steðginum legði Sonni Samuelsen EB/Streym framum aftur.

Í 2. hálvleiki var tað týðuligt, at teir í AB vóru ikki serliga væl fyri, og EB/Streymur fekk tak á og spældi væl betur. Eitt korter restaði, tá Dánjal Magnussen økti til 3-1, og níggju minuttir vóru eftir, tá Vinjard Dam steðfesti heimasigurin.

Komandi leygardag skal EB/Streymur til Leirvíkar at stríðast fyri einum plássi í bólkaumfarinum.

Royn skal til Sands at spæla um eitt pláss. Eitt annað pláss stendur tómt í bólkaumfarinum, og tað fara TB og FS Vágar at telvast um komandi leygardag.

Farið verður undir bólkaumfarið annan leygardag.