Royna at betra heimin

Í undirhúsinum í Miðvági hava tey fleiri boð upp á, hvussu verðin kann gerast betri at liva í. Men tað er bara ikki altíð, at verðin vil lurta eftir teirra góðu hugskotum

Morgunprát

Miðvági:?Vit royna at koma við góðum hugskotum um, hvussu tað kann ganga betri í verðini, men tað er verri enn so altíð, at verðin vil lurta eftir okkum, siga tey í Undirhúsinum í Miðvági.
Miðvingar hava, sum so manga aðrastaðni, eisini eitt undirhús, har fólk hittast at viðgera tað, sum rørir seg. Bæði heima í lokalsamfelagnum, men eisini víða úti í heimi.
Klokkan er átta á morgni, og tað er longu nakað av fólkið komið í Undirhúsið. Tey halda til í MB húsinum, og eru har frá tíðliga á morgni til út á fyrrapartin.
Sum vera man eru tað tilkomin fólk, sum givin eru at arbeiða, ella hava slíkar tíðir, at tey hava stundir at sita her og fáa tað seinasta við soleiðis út á fyrrapartin.
Ein ungur maður situr kortini við eitt borð og fær sær kaffi. Tað verður undrast á, hvussu hann hevur tíð at sita her og ikki er á útróðri. Gott veður er, og bátarnir hava fingið eitt sindur, veit onkur at siga.
?Nei, hann sleppur ongan veg, tí nú eru eingir fiskidagar eftir, og so má hann bara hava feriu. Eingi fiskiloyvi verða givin hesa vikuna, heldur hann.

Grind
Og tað er so góðum líkt, tað, sum tosað verður um. Hendan dagin, Sosialurin stakk inn á gólvið, var tað grind, sum var á skránni.
Grind var deyð í Bø dagin fyri, so eyðvitað varð tosað um, hvussu skarst. Vóru partarnir stórir, og var grindin góð?
Jú, tað var í lagi, helt onkur. Parturin royndist betri enn í teirri fyrru, hóast báðir vóru líka stórir á seðlinum hjá sýslumanninum.
?Tað kann vera tí, heldur nú ein annar, at hvalirnir í Bø vóru størri, og færri partar at býta.
Jú, so var tað tað, at onkur helt ikki, at tvøstið var so gott, sum tað onkuntíð hevði verið.
?Tað er einki serligt at fáa eina hon, sum mjólkar. Heldur ikki spikið nyttar nakað tá, verður hildið fram.
?Nei, veit tann triðji at siga. Eg fekk einaferð burtur av einum sovorðnum hvali, og tað var ikki etandi. Spikið varð brúnt, tá tað varð kókað, og tað fall bara saman. Einki vert.
Men onkur annar heldur so, at ein mjólkandi kvennhvalur er í grundini besti hvalurin at fáa, tí hon hevur mjólkað alt kyksilvurið og PCB-ið úr sær. Tað siga kanningarnar, sum gjørdar eru av grind. Tað eru ungar og kallhvalir, ein skal royna at sleppa undan at fáa í part.
Men tað vilja teir gomlu líkasum ikki vera við kortini. Teir leggja ikki so nógv í alt hatta. Vilja heldur doyggja mettir enn at doyggja í hungri, tí alt er farligt at eta.
Men tey sakna, at grind verður hildin til á Miðvági. Tað hevði verið stuttligt at roynt at hildið eini grind til aftur á Miðvági, hóast grótkastið er komið, og sagt verður, at botnviðurskiftini eru broytt, verður tosað.

Stevnan
Hóast bara nakrir fáir dagar eru til stevnuna, letur til, at tey hava ikki rættiliga fingið skránna við. Hvussu verður við kappróðrinum? vilja tey vita.
Jú, tað er so onkur sum veit, at hann verður ikki fyr enn klokkan fimm. Tað kemst av sjóvarfallinum, og ikki ber til at rógva, tá ein stóru partur av vágni liggur turrur.
Og so verður tosað um, hvussu tey onkuntíð fyrr hava gjørt. Eitt nú verður víst á, at tá fyrstu Vestanstevnurnar vórðu hildnar, í hvussu er tann allarfyrsta, varð róð á vatninum. Men tað er líkasum eingin, sum skjýtur upp at gera tað hesaferð kortini.
So verður prikað við, at hetta verður seinastu ferð, at róð verður á Miðvági yvirhøvur, tí nú skal allur kappróður verða á Sandavági í framtíðini.
Viðmerkinin varð líkasum vend onkrum ávísum, sum arbeitt verður uppá. Men hann er ikki heilt fyri ongum kortini, tí hann veit, at hesin, sum stakk, hevur okkurt tilknýti til grannabygdina, og hann skal nokk fáa aftur. Og so kemur tað.
?Jú, men sært tú. Í København hava teir eisini flutt alt sovorðið út í Ishøj. Teir leggja tað burtur frá stórbýnum.
Jú, hon sat, og so verður flent at tí.
Kappríðing skal eisini vera á sandinum, veit ein at siga frá. Men tað heldur onkur annar ikki vera til stóra nyttu, tí nógvir hestar her vesturi eru so gamlir, at teir noyðast at hava rulluskoytur fyri at koma fram.
Jú, tey eru farin at fyrireika Vestanstevnuna í Miðvági. Eini tvey sklti hanga uttan á MB Húsinum, sum siga frá, at nú skal húsið málast. Og garðurin skal hava sama umgang.
Tey, sum stíla fyri, ætla, at fáa arbeiðið gjørt ókeypis, og heitt verður á so nógv fólk sum gjørligt at møta.
Onkur kaffikanna er við at tømast,og einasta kvinnan, sum inni er, reisist og fer út í køkin at fylla í aftur.
?Hon er ófør, láta teir at, sum eftir sita. Møtir trúliga upp at gera okkum kaffi.
Kaffi, tey drekka, verður fíggjað við umhvørvisrøkt í Miðvági, greiðir ein frá. Tað vil siga, at tey henta tómar fløskur og selja. Peningurin fer so til at keypa kaffi fyri.
Annars er ikki nógvur stuðul latin til Undirhúsið, verður sagt. Borð og stólar hava tey fingið, og MB letur streym og leggur hølið til.