Stóru trupulleikarnir hjá samgonguni at fáa nóg mikið av atkvøðum til at atkvøða nýggju fiskivinnuskipanina ígjøgnum, forðar fyri øllum øðrum politiskum arbeiði.
Síðani hendan samgongan tók við hevur høvuðsendamálið verið at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, men enn er ikki komið á mál. Tað seinasta er, at formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at tveir av hansara floksfeløgum á tingi, ikki fara at atkvøða fyri nýskipanini, sum hon liggur nú.
Samgonguleiðarin hevur nýtt høvið tila t seta seg í samband við Miðflokkin, men tey almannakunngjørdu krøvini frá Miðflokkinum eru krøv sum sitandi samgonga ikki kann taka undir við.
So tann loysnin er ikki serliga nær.
Aðrar loysnir verða royndar, men um nøkur teirra ber á mál er óvist.
Roynt verður at hava eina loysn klára til samgongufundin mikudagiin. Løgmaður sjálvur fer í kvøld til Suðuroyar, har hann skal saman við floksfeløgum hava fund og greiða frá pensjónsnýskipanini.
Tað stutta av tí langa er, at samgongan er á katastrofukós. Finst ikki ein loysn uppá fiskivinnunýskipanina, so hevur hendan samgongan fingið so at siga onki burturúr. Og fiskivinnunýskipanin forðar fyri, at hini stórmálini verða loyst.
Tíðin hjá samgonguni gongur eisini undan. Hon hevur sitið í meira enn tvey ár og seinasta lagi 1.september 2019 er løgtingsval aftur.