Í Skopun hava tey havt trupulleikar við vatninum í eina tíð, og aftur í dag verður arbeitt við at finna vatnlekan.
- Tað er væl skilligt, at hetta ikki er stuttligt fyri borgaran longur, men vit gera tað, sum liggur í okkara makt fyri at loysa trupulleikan.
Soleiðis siga tey á Facebook-vanganum hjá Skopunar kommunu í dag.
Kommunan fer at senda út nýggja kunning, tá nýtt er í málinum.
Um onkur er púrasta uttan vatn, kunnu fólk seta seg í samband við kommununa.
Á Facebook-vanganum hjá Skopunar kommunu sæst, at trupulleikar hava verið við vatninum í eina tíð.
- Leitað verður framvegis eftir lekanum, og hildið verður, at lekin er í ovara parti av bygdini, verður lagt aftrat.
Nýggjastu boðini frá kommununi í dag eru hesi:
- Ólag verður á vatninum næstu tímarnar. Vinaliga, brúkið ikki tól, sum skulu brúka vatn!