Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, helt røðu á tiltakinum. Súsanna Bertholdsen fegnaðist um, at summar royndarskipanir longu eru settar í verk, og aðrar verða settar í verk í næstum.
Royndarskipanirnar eru úrslit av eini tilgongd við verkstovum og góðum samstarvi millum umboð fyri pensjónistafelagið, sjúklingafeløg, starvsfólk og stovnar innan heilsuøkið, eldraøkið og almannaøkið, umframt Heilsumálaráðið.
Landsstýriskvinnan greiddi frá, at ábøtur eru gjørdar á Gestalonina á Landssjúkrahúsinum, har millum annað barnakonur úr Suðuroynni gista, áðrenn tær skulu eiga. Hølisviðurskiftini eru við til at tryggja, at sjúklingar og avvarðandi fáa eitt gott upplivilsi, tá tørvur er á at gista har. Súsanna Bertholdsen vísti fram nýggja faldaran, sum lýsir møguleikarnar í Gestalonini.
Á skránni vóru framløgur um royndarskipanirnar. Kunnað varð um møguleikarnar við talgildum viðtalum á Suðuroyar Sjúkrahúsi og í egnum heimi, betri skipan av náttarvakt í egnum heimi, sálarfrøðiliga hjálp, fyribyrgjandi heilsutænastur til børn og ung, og samskipan av endur- og viðlíkahaldsvenjingum. Ein royndarskipan við HPV-koppseting til ung í 8.-10. flokki er farin í gongd, og royndirnar higartil vísa sera góð úrslit.
Endamálið við royndarskipanum í Suðuroy, skulu ikki bara gagna Suðuroynni, men kunnu eisini gerast íblástur til broytingar í restini av landinum.
Røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.