Royndu at smugla 93 kilo av hassji til Grønlands

Trolarin skuldi úr Hirtshals til Grønlands, men áðrenn skipið loysti, avdúkaði danska tollvalið eitt stórt smuglaramál

Heili 93 kilo av hassju vóru í gjár funnin umborð á einum trolara í Hirtshals, sum skuldi til Grønlands, og í dag hava tveir mans fingið fongsulsdóm fyri ætlanina um at smugla hassjið til Grønlands.

 

Hetta veit Sermitsiaq at siga í dag, og heimasíðan vísir til TV2 Nord, sum ber hesi tíðindi.

 

Tað vóru tollarar, sum funnu hassjið umborð á trolaranum, og longu í dag hava menninir fingið dóm í rættinum í Hjørring í Danmark

 

Báðir menninir vóru í grundlógaravhoyri fyrrapartin í dag.

 

Ein 26 ára gamal maður játtaði, at hann hevði ætlanir um at smugla 22,2 kilo av hassji til Grønands, og hin - ein 45 ára gamal maður - játtaði, at hann hevði ætlanir um at smugla 71 kilo av hassji til Grønlands. 

 

Nordjyllands Politi upplýsir í tíðindaskrivi, at stóra nøgdin av hassji varð funnin seinnapartin í gjár í einari regluligari kanning hjá tollvaldinum.

 

Tollararnir funnu 22,2 kilo av hassji umborð í trolaranum, og síðan boðsendi tollvaldið løgregluna, samstundis sum neyvari kanningar vórðu gjørdar umborð í skipinum.

 

Her vórðu 71 kilo av hassji aftrat funnin í einum kamari umborð.

 

Danska løgreglan sigur, at talan var um tvey ymisk mál, og tískil vórðu eisini tvær framstillingar í rættinum í Hjørring. Menninir játtaðu seg sekar, men sambært løgregluni var talan um tvey ymisk mál.

 

- Hin 26 ára gamli fekk eitt ára fongsul fyri 22,2 kil av hassji, og hin 45 ára gamli fekk hálvt annað ára fongsul fyri 71 kilo av hassji, sigur Nordjyllands Politi, sum leggur aftrat, at menninir eru ikki áður revsaðir í slíkum máli.