Nýggja matstovan er á Biskupstorginum, mitt í býnum, og hevur pláss fyri umleið 40 gestum.
Etika lat fyrstu ferð upp í juli 2009 og hevur síðani borðreitt við sushi í Føroyum. Í 17 ár hava vit arbeitt miðvíst við góðsku og matupplivingum, og tí gleðast vit serliga um loksins at hava fingið frálík høli á Biskupstorginum.
Høvuðskokkurin, Kob, sum hevur verið ein partur av Etika síðan byrjan, er í Klaksvík fyrstu dagarnar fyri at tryggja, at nýggja matstovan kemur væl frá byrjan.
- Vit eru bæði fegin og stolt av at lata okkara fjórðu Etika-matstovu upp í Føroyum. Vit vóna, at norðoyingar og tey mongu, sum vitja í Norðoyggjum, fara at leggja leiðina framvið og fáa eina góða matuppliving, sigur Johannes Jensen, stjóri.
Um vikuskiftið er opið fyri matstovugestum fríggjadagin og leygardagin frá klokkan 16.00 til 21.00.
Sunnudagin og mánadagin verður stongt, meðan vit gera tað síðsta klárt. Vanligu upplatingartíðirnar byrja týsdagin 11. august við føstum upplatingartíðum hvønn dag í vikuni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##

















