Roynist væl hjá útisetunum

ÍF Føroyar hevur sum heild fingið eina fína byrjan upp á kappingarárið. Farna vikuskifti vunnu trý av fýra liðum felagsins aftur.

 

Hjá besta mansliðnum gekk tað væl. Eftir at hava spælt seg í steypakappingini í farnu viku við knúsandi 7-0 sigri, var tað aftur seriu fótbóltur á skránni leygardagin. Hesaferð var mótstøðuliðið á meiri jøvnum føti við føroysku útisetarnar enn mótstøðuliðið í steypakappingini. Tað forðaði kortini ikki ÍF Føroyum í at vinna trygt á Vigerslev BK.

 

Úrslitið gjørdist 2-0, har Páll Mohr Joensen skeyt fyrsta málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki, ið sambært heimasíðuni hjá ÍF Føroyum var ein sonn perla, og so slerdi Hanus Eliasen sigurin fastan tíggju minuttir fyri leiklok.

 

Næstbesta mansliðið hjá ÍF Føroyum kom serstakliga væl frá síni uppgávu. Vælmannaða liðið vann 6-0 á Sundby BK, har Mattias Samuelsen gjørdi tvey mál, meðan Bergur Midjord, Johan Hendrik Ellefsen, Tórður Lervig og Pætur Jørgensen gjørdu hvør sítt.

 

Hjá triðbesta mansliðnum hjá ÍF Føroyum eydnaðist tað eisini at vinna. Talan gjørdist um ein tryggan 5-1 sigur á FB sunnudagin, har Høgni Hansen byrjaði málveitsluna, áðrenn Áki Olsen, Rógvi Arge í tveimum umførum og at enda Oddur Mohr Jacobsen gjørdu honum kynstrið eftir.

 

Kvinnurnar vóru einasta føroyska liðið, sum ikki fekk fult hesaferð. Tær taptu ruddliga 3-0 fyri Amager FF.

 

Mynd og fakta stava frá fotboltur.dk