Stóra norska blaðið, VG hevur sett saman ársins norðurlendska fótbóltslið. Og millum teir fyrstu 11 er ikki pláss fyri nøkrum norðmanni, ei heldur er nakað pláss fyri nøkrum finna ella føroyingi.
VG skrivar, at avrikini hjá Íslandi til EM-endaspælið farna summar, og avrikini hjá FC Keypmannahavn í Champions League hava ávirkað valið hjá fótbóltsmiðlamonnunum hjá VG, tá teir hava valt ársins norðurlendska lið.
Fýra svenskarar, fýra danskarar og tríggir íslendingar mannað ársins norðurlendska lið hjá VG.
Í einari 4-2-3-1-uppstilling hevur VG valt hesar til norðurlendska liðið í 2016:
Kasper Schmeichel – Victor Nilsson Lindelöf, Ragnar Sigurdsson, Mathias «Zanka» Jørgensen, Ludwig Augstinsson – Aron Gunnarsson, Thomas Delaney – Christian Eriksen, Gylfi Sigurdsson, Emil Forsberg – Zlatan Ibrahimovic