Ársins songkvinna á Summar Festival

Lena Anderssen, sum gav út ársins fløgu í Føroyum í fjør, spælir á Summar Festivalinum í august.

 

Lena Anderssen gav í fjør út fløguna Letters From The Faroes, sum fekk sera góða móttøku.

 

Skoðsmálini vóru góð, og á Planet Awards varð fløgan eisini kosin at vera ársins fløga 2011.

 

Hon vann eisini heiðursløn fyri at verða ársins songkvinna og ársins einstaklingur og sostatt varð

Lena Anderssen stóri vinnarin á Planet Awards í fjør.

 

Lena Anderssen hevur í næstan 15 ár arbeitt saman við Niclasi Johannesen, og tey hava saman skrivað sangir, spælt teir inn og givið teir út á fløgum. Gjøgnum árini hevur Lena havt nógv hitt herheima.

 

Eitt nú sangir sum I Still Love You, Can’t Erase It, Step On The Gas, Oh My Lady og True Love In A Way hava verið nógv spældir á útvarpsrásunum.

 

Lena hevur eisini verið sera virkin uttanlands. Hon hevur ferðast við sínum tónleiki – millum annað í norðurlondum og í norðuramerika – og hon hevur eisini latið sangir til kendar amerikanskar sjónvarpsrøðir.

 

Á Summar Festivalinum í august fer Lena Anderssen at hava konsert við bólki. Hon fer at spæla sangir av nýggju útgávuni og góðar, gamlar sangir.

 

Bólkurin verður væl mannaður við tónleikarum – onkrum tónleikara, sum kemur úr útlandinum til høvið - og lagt verður upp til eina stórsligna framførslu á Vágsbøi.