Úrslitini koma í aðru røð

Virkandi landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen sigur, at úrslitini í dystunum á venjingarleguni á Kypros ikki liggja fremst í huganum. Liðið skal fyrst og fremst spæla fótbólt. Hann heldur samstundis, at hetta er eitt kærkomið høvi hjá óroyndum leikarum at fáa spælitíð, tí flestu royndu leikararnir hava givið avboð

Í gjár, mikudagin, legði føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum leiðina til Kypros, har Fótbóltssambandið skipar fyri venjingarlegu.
Hetta er ein partur av avtaluni við týska felagið UFA, sum hevur keypt sjónvarpsrættindini til dystirnar hjá Føroyum. Umframt pening fær landsliðið eisini eitt uppihald á Kypros.
Tríggir venjingardystir eru á skránni. Sunnudagin spælir landsliðið fyrsta dystin, og hann verður móti Póllandi, sum jú luttekur í HM-endaspælinum í Japan og Korea í summar. Hesin dysturin verður sýndur beinleiðis í polskum sjónvarpi. Eisini eru dystir móti Liktinstein og einum polskum felagi.

Eingin verjufótbóltur
Jógvan Martin Olsen er virkandi landsliðsvenjari, inntil FSF hevur funnið avloysaran fyri Allan Simonsen. Málverjin Jens Martin Knudsen er hjálparvenjari.
Hann leggur dent á, at hann fer ikki at spæla verjufótbólt við tíggju monnum aftanfyri bóltin.
? Vit fara ikki inn á vøllin og stilla okkum í verjustøðu frá byrjan av, slær Jógvan Martin Olsen fast beinanvegin. Hann leggur afturat, at hann ikki hevur sjálvt úrslitið av dystunum fremst í huganum.
? Eg fari at geva leikarunum møguleika at spæla fótbólt, so kann tað vera líkamikið, um vit tapa 6-0. Mest umráðandi er, at teir sleppa at spæla fótbólt, sigur landsliðsvenjarin.

Óroyndur hópur
Undan hesi venjingarleguni hava fleiri spælarar givið avboð, og teir flestu útisetarnir eru bundnir í feløgunum, har teir spæla.
Av teimum spælarunum í Føroyum, sum hava givið avboð, kunnu nevnast Hans Fróði Hansen, Jens Kristian Hansen, Allan Joensen, Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen. Síðani eru tað útisetarnir, sum heldur ikki kunnu vera við, og teir eru Julian Johnsson, Súni Olsen, Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen og Todi Jónsson hevur enn ikki boðað frá, nær hann ætlar sær at spæla aftur við landsliðnum.
Her eru í øllum førum átta leikarar, sum hava fast pláss í byrjunaruppstillingini á landsliðnum, sum ikki vera við. Spurningurin er so, um venjingarlegan ikki missir sítt virði av hesum?
? Sjálvandi merkist tað, tá liðið missir so nógvar, sum vanliga eru við, sigur Jógvan Martin, sum tó dugir at síggja tað góða í hesum.
? Tað positiva í hesum er, at teir leikarar, sum ikki eru fastir í hópinum og sum hava sitið nógv á beinkinum, fáa møguleikan at spæla altjóða landsdystir og vísa, hvat teir duga, sigur venjarin.
Eingin ivi er um, at hesir leikarar eru findarglaðir um at fáa møguleikan frá byrjan av í einum landsdysti. Hesir eru tí eisini uppsettir til at vísa komandi venjaranum, at teir hava uppiborið pláss í hópinum ella á liðnum.
Nevnast kunnu leikarar sum Heðin á Lakjuni, Rógvi Jacobsen, Arnbjørn Danielsen, Andrew av Fløtum og Jóhannus Joensen, ið av og á hava verið í hitanum, men sum ikki hava fingið so nógvar minuttir á vøllinum tilsamans.
Hesir leikarar hava nú ein stóran møguleika at gera seg galdandi í landsliðshøpi.

Nýggj spælskipan
Jógvan Martin Olsen avdúkar eisini, at hann hevur í hyggju at royna onkra aðra spælskipan enn Allan Simonsen, sum var vanur at nýta 3-5-2.
? Eg kundi væl hugsa mær, at vit fara at venja við eini aðrari spælskipan, enn leikararnir eru vanir við á landsliðnum. Øll tey yngru landsliðini spæla við 4-4-2 skipanini, og hesa skipan dámar mær nógv betur enn 3-5-2, tí økini verða betur dekkað, sigur Jógvan Martin.
Hann sigur, at hann ætlar at spæla onkran dyst við 4-4-2. Venjarin heldur ikki, at tað fer at vera torført hjá honum at venja hesa skipanina við leikarunum, tí fleiri eru vanir við hana í feløgunum.
Henda spælskipanin gevur fleiri nýggjar møguleikar.Venjarin skal eitt nú nú finna tveir vengur og ikki tveir vongbakkar sum fyrr. Heðin á Lakjuni er eitt upplagt val til vinstra vong, sum kanska er tað plássið, ið hóskar honum best. Í gomlu spælskipanini var ikki altíð pláss fyri einum leikara sum Heðini.
Eingin ivi er um, at leikararnir veruliga fáa roynt seg á venjingarleguni. Pólland skal til HM, og venjarin hevur enn ikki valt endaliga hópin. Tí verður tað eitt uppsett polskt lið, ið fer á vøllin móti Føroyum, tí allir leikararnir fara at royna at sannføra polska venjaran um at teir hava uppborið eitt pláss á liðnum. Teir kendastu leikararnir, sum spæla í evropeiskum stórfeløgum, vera ikki við í dystinum móti Føroyum.