Komandi leygarkvøld 30. oktober verður ársveitslan hjá Føroya Ellisakførum í Grønlendingahúsinum í Havn. Ársveitslan er fyri limir við maka ella gesti.
Føroya Ellisakfør er áhugafelagið hjá teimum, ið hava áhuga fyri gomlum bilum og motorsúkklum. Um 170 limir eru í Føroya Ellisakførum.
Felagið hevur til húsa yvir við Strond 22 í Havn, og hýsir ellisakførum í gamla vatnbrunninum undir Gráasteini, ið er innrættaður til endamálið. Við tíðini er ætlanin at gera eitt tekniskt fornminnissavn í brunninum, og verður fyrsta framsýningin í hesum sambandi á ólavsøku komandi ár.
Á ársveitsluni verður ræst kjøt og súpan til matna.
Løgtingsmaðurin John Johannessen fer at skipa fyri undirhaldinum, og til dansin spæla Hjalti Skaale & Co
Nevndin í Føroya Ellisakførum vónar, at so nógv fólk sum gjørligt verða við til veitsluna, har til ber at fáa sær eitt hugnaligt ellis-prát, og har vit annars kunnu hugna okkum saman. Veitslan verður leygar-kvøldið kl 19.
Teir limir, ið enn ikki hava tekna seg, kunnu gera tað við at venda sær til ein av nevndarlimunum.