Rumenia fór við sigrinum

U19 landsliðið tapti í dag fyrsta dystin í EM undankappingini

Føroyar taptu fyrsta dystin í U19 EM undankappingini, sum í dag og næstu dagarnar er á skrá í Rumenia. Vertirnir í Rumenia vóru mótstøðuliðið, og Rumenia vann 2-0. Fyrra málið varð skorað tríggjar minuttir undan steðginum, og seinna málið varð skorað átta minuttir undan leikloki.

Heimaliðið hevði fýra royndir á føroyska málið, og tríggjar ferðir fór bólturin við síðuna av málinum. Føroyingar høvdu eina roynd innanfyri málkarmin, og einaferð fór bólturin við síðuna av rumenska málinum.

Føroyska liðið: Karstin Hansen, NSÍ – Ari Olsen, Skála, Bjarni Petersen, B36, Hjalti Strømsten, Víkingur, Mikkjal á Berg, KÍ – Betuel Hansen, Silkeborg IF, Jákup B. Andreasen, KÍ – Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF, Janus S. Samuelsen, Brøndby IF (Petur Knudsen, NSÍ, 69.), Teit Jacobsen, HB (Pætur Petersen, B36, 81.) – Jákup Thomsen FC Midtjylland.

Venjarar hjá U19 landsliðnum eru Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen.

Fyrr í dag vann Sveis 1-0 á Andorra.

Fyrrapartin leygardagin hittast Føroyar og Sveis, og seinnapartin spæla Rumenia og Andorra.