"Hi, My name is so and so and I am from Torshavn, Denmark". Hetta vóru orðini, sum møttu Andreu Popescu úr Romania, tá hon ein dagin fekk boð á netinum.
Hoyr hvussu hon møtti manni sínum og hvussu hon hevur trivist í Føroyum hesi árini. Eisini hoyra vit um nógv ymiskt um romensku mentanina og matin, henni dámar í Føroyum."I like knettir", sigur hon eisini, men hon er ikki so glað fyri skerpikjøt.
Hvørt hóskvøld klokkan 19 er ein ensktmælt sending á Rás2, har Stella Zachariassen er vertur. Endamálið er lata útlendingar, ella nýføroyingar, sum teir eisini verða nevndir sleppa til orðanna og greiða frá sínari søgu.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina, sum var í gjárakvøldi, har Andrea Popescu vitjaði Rásarúmið.