Russar beindu fyri trimum smábørnum

Millum tey deyðu í russiskum álopi á Ukraina í kvøld eru tveir smádreingir, eitt ára gamlir og ein tvey ára gomul smágenta

- Trý smábørn og ein maður hava latið lív í russiskum álopi í Kharkiv-regiónini í kvøld.

 

Hetta skrivar Oleh Synjehubov, sum er leiðari fyri hernaðarumsitingini á Kharkiv-leiðini, á boðtænastuni, Telegram.

 

Hann sigur, at millum tey deyðu, eru tveir smádreingir, eitt ára gamlir og ein tvey ára gomul smágenta. 

 

- Ein 34 ára gamal maður, sum var í íbúðini saman við børnunum, læt eisini lív av løstunum, hann fekk.

 

Oleh Synjehubov leggur aftrat, at umframt tey deyðu, fekk ein 74 ára gomul kvinna eisini løstir í russiska álopinum í kvøld.