Eitt russiskt dronuálop hevur í nátt kostað í minsta lagi trimum fólkum lívið í Zaporizjzja-regiónini í Ukraina.
Tað sigur guvernørurin í økinum, Ivan Fedorov, og hetta skrivar hann á boðtænastuni, Telegram.
Hann leggur aftrat, at álopið oyðilegði fleiri íbúðir, og eldur kom í.
Seinastu tíðina hevur Russland framt fleiri álop á Ukraina - serliga við tí endamáli at raka undirstøðukervið í landinum.
Russland heldur fram við sínum álopum, samstundis sum samráðst verður um at fáa í lag eina friðaravtalu millum londini.
Sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, er ætlanin, at næsta umfar í friðarroyndunum verður sunnudagin komandi.
Í gjár skrivaði ukrainski forsetin á X, fyrrverandi Twitter, at Russland leggur til rættis nýggj álop á Ukraina.
- USA, Evropa og okkara sameindu mugu skilja, hvussu hetta følist, samstundis sum roynt verður at samráðast um frið, sigur Volodymyr Zelenskyj.











