Russland háðar allar friðarroyndir

At Russland leypir á stjórnarbygningin í Kyiv, samstundis sum samrøður eru um vápnahvíld og trygdarváttanir til Ukraina, er ein háðan móti friðarroyndunum, heldur NUPI-granskari

 

 

 

- Russland hevur hert álopini á Ukraina seinastu vikurnar, sigur granskarin við NUPI-stovnin, Marianne Riddervold, við www.tv2.no.

 

Í nátt hevur Russland sent 805 dronur og 13 rakettir móti Ukraina, eitt nú móti Kyiv, Krementsjuk, Kryvyj Rih og Odessa.

 

Sambært ukrainsku loftverjuni vórðu 751 russiskar dronur og fýra rakettir skotnar niður. Trý fólk hava latið lív í álopunum, og 18 eru løstað.

 

Russisku álopini eru júst tað øvuta av at vilja frið.

 

- Hetta tykist meira sum ein háðan móti royndunum at fáa í lag eina friðaravtalu, sigur NUPI-granskarin, Marianne Riddervold.