Russland hevur hert álopini móti lyklabýnum Avdijivka har eysturi í Ukraina. Býurin hevur verið undir hørðum álopum í meira enn ein mánað.
Borgarstjórin, Vitaliy Barabash, sigur, at seinastu dagarnar er figgindin vorðin alt meira aktivur, sum hann tekur til.
- Russar hava gjørt nøkur framtøk í økinum, men hetta hevur eisini kostað teimum ógvuliga dýrt, sigur hann við ukrainska ríkissjónvarpið.
Hann leggur aftrat, at russisku herdeildirnar brúka pansaraakfør, og teir leypa á býin alt samdøgrið.
Blóðugir bardagar hava verið í Avdijivka heilt síðan 2014, og býurin er bumbaður sundur og saman.
Avdijivka liggur stutt norðanfyri býin, Donetsk, sum russar hava eftirlitið við.
Generalurin, Oleksandr Tarnavskyj, sum leiðir ukrainsku deildirnar, sum royna at taka seg fram, sigur, at ukrainsku hermenninir halda sína støðu.
Sambært bretska verjumálaráðnum hava russar havt ávísa framgongd í økinum seinastu tíðina.
- Tað er næstan heilt vist, at russisku herdeildirnar royna at kringseta býin, veit bretska verjumálaráðið at siga í dag.
Um tað eydnast russum at kvetta veitingarnar til býin, kann tað gerast ógvuliga trupult hjá ukrainsku herdeildunum.
Í síðstu viku segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at tað er kring Avdijivka, at harðastu bardagarnir eru í løtuni.
- Fleiri enn 1400 fólk hava valt at vera verandi í býnum, men 30.000 eru flýdd.
Tíðindastovan NTB veit at siga, at tá Russland tók býin í fjør, varð meginparturin av býnum lagdur í sor.