BBC visti seint seinnapartin í dag at siga, at eldur var í einum tangaskipi í Svartahavinum, og hetta er eitt skip, sum siglir undir turkiskum flaggi.
Hildið verður, at skipið, sum lá út fyri ukrainska havnarbýnum, Izmajil í Odessa-regiónini, varð rakt í einum russiskum álopi.
Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, segði seinnapartin í dag, at skipið, sum siglir við flótandi LNG-gassi, varð álopið av russum.
Býurin, Izmajil, liggur heilt har suðuri í Ukraina, har Donau rennur út í Svartahavið, og har áin er mark millum Ukraina og Nato-landið, Rumenia.
Sagt er eisini frá russiskum dronuálopum á býin í dag.
Rumenski býurin, Plauru, liggur við hina síðuna av Donau, og BBC visti at siga, at her vórðu fólk í dag flutt burtur, tí tangaskipið nærkaðist rumenskum øki.
Sambært Marinetraffic er umrødda tangaskipið 125 metrar langt, og skipið kann lasta 8292 rúmmetrar av brennievni.











