- Fíggindin framdi umfatandi álop við dronum á Odessa, skrivar guvernørurin í ukrainska svartahavsbýnum, Oleg Kiper, á boðtænastuni, Telegram.
Hann vísir á, at álopið førdi til eldsbrunar og oyðilegging á sivila undirstøðukervið í økinum.
Guvernørurin skrivar eisini, at russar lupu á eina føðideild, eina bráðfeingismóttøku og á íbúðarbygningar í økinum, og Oleg Kiper hevur eisini lagt myndir út av oyðileggingum, sum álopini høvdu við sær.
Tíbetur læt eingin lív, ei heldur fekk nakar løstir í álopunum á sjúkrahúsið, har bæði sjúklingar og starvsfólk vórðu flutt burtur.
Men, í russisku álopunum á íbúðarbygningar í miðbýnum av Odessa læt í minsta lagi eitt fólk lív og í minsta lagi fýra vórðu særd, veit guvernørurin at siga á Telegram.
Russar hava eisini lopið á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, og her sigur hernaðarumsitingin, at eitt umfatandi dronuálop oyðilegði bústaðir, skrivstovubygningar og virkisbygningar í seks býarpørtum.
Um 05-tíðina í morgun var vandin í Kyiv av, leggur hernaðarumsitingin aftrat á boðtænastuni, Telegram.
Tíðliga í nátt vistu russiskir loftferðslumyndugleikar at siga, at Ukraina hevði framt dronuálop á russiska høvuðsstaðin, Moskva, og avleiðingin var, at fýra flogvallir í økinum noyddust at lata aftur í nakrar tímar.
- Sambært almennum russiskum tíðindatænastum skeyt russiska loftverjan í tveir tímar niður 76 ukrainskar dronur, veit www.tv2.no at siga í morgun.