Russiskar dronuleivdir raktu í rumenskum býi

- Ein streymmastur og onkur bústaður hava fingið skaðar, siga tey í rumenska verjumálaráðnum í morgun

Russland hevur framt álop á Ukraina í nátt, sum vit helst fara at hoyra meira um í dag.

 

Í verjumálaráðnum í Rumenia vita tey at siga, at leivdir av einari russiskari dronu hava gjørt skaðar í rumenska býnum, Galati.

 

Sagt verður, at dronuleivdir eru funnar í býnum í nátt.

 

- Ein streymmastur og onkur bústaður hava fingið skaðar, siga tey í rumenska verjumálaráðnum í morgun.

 

Rumensku myndugleikarnir siga, at eingin fólkaskaði stóðst av dronuleivdunum í Rumenia í nátt.